Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Læknafelag Føroya nýggjan formann

Jóhann Lützen

Læknafelag Føroya hevur á eyka aðalfundið leyðardagin tann 22 marts 2025 valt Ragnar Djurhuus Hammer, yvirlækni og serlækni í psykiatri, sum nýggjan formann í Læknafelag Føroya.

 

 

Læknafelag Føroya er móðurfelagið fyri tær tríggjar súlurnar hjá læknum í Føroyum, Yngri Læknar Føroyar, Kommunulæknafelag Føroya og Serlæknafelag Føroya.

Í Yngri Læknar Føroyar eru tað yngri læknarnir Aksel Kambsskarð Berg og Eyðbjørg K. Gaard, sum eru formaður og næstforkvinna.

Í Kommunulæknafelagð Føroya eru tað kommunulæknarnir Turið H. Johannesen og Rói á Kósini, sum eru ávíkavíst forkvinna og næstformaður.

Í Serlæknafelag Føroya eru tað Shahin Gaini, professari og yvirlækni í infektiónsmedisin, sum er formaður, meðan Niclas H. Eysturoy, yvirlækni í ortopædkirurgi, sum er næstformaður.

Nevndin í Læknafelagð Føroya  stendur av formonnum/kvinnum og næstformonnum/kvinnum í øllum trimum súlum.

Harleyfacadeacryl