Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mistu stigið í yvirtíðini av yvirtíðini í Montenegro

Jákup Ósá

Í síðstu nertingini í dystinum skoraði Montenegro sigursmálið.

Tað bleiv eitt súrt tap í kvøld hjá føroyingum í Montenegro í kvøld. Fimm minuttir blivu lagdir afturat og í yvirtíðini av yvirtíðini skoraði Montenegro sigursmálið eftir trunkaspæl í brotssteiginum. Samanlagt var Montenegro betra liðið, men Føroyar høvdu so mikið gott tamarhald á verjuspælinum, at 0-0 lá leingi í kortunum og síðstu løtuna var ikki nakað stórt trýst  á føroyska málið.

Føroyska landsliðið hevur hesa vikuna havt góð avrik og verið sera nær við at fingið stig í tveimum torførtum dystum. Tað gevur vónir um, at vit seinni í ár kunnu fáa nøkur góð úrslit á serliga heimavølli.