Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Reinsiverkið Niðri í Gili liðugt

klaksvik.fo

Arbeitt hevur verið í eina tíð við at gera stóra reinsiverkið á Borðoyarvík liðugt. Í fjør heyst vóru stóru tanganir lagdir undir jørð, og í vikuni varð asfaltsarbeiðið gjørt liðugt.

 

Reinsiverkið er stórt, 10 m langt og 3 m í diametur og tekur um 85 rummetrar. Nýggja reinsiverkið er partur av arbeiðinum at dagføra kloakkviðurskiftini í Gerðum, á Geilini og á Kráargøtu.