Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ fjepparar fagnaðu Mjølnir monnunum

Jóhann Lützen, Myndir: Oliver Joensen

Lógvabrestirnir hoyrdust um alla Djúpumýru, tá Mjølnir menninir gingu inn á vøllin í hálvleikinum millum KÍ og EB/Streym

 

Í dystinum millum KÍ og EB/Streym í betri deildini í dag var ymiskt annað á skránni enn sjálvur dysturin.

Bláa bylgjan skipaði fyri eini kapping við góðum vinningi – tað fara vit at hoyra nærri um mikudagin kl. 14 í “Komið øll við á Djúpumýru”.

KÍ skipaði sjálvt fyri kapping har til bara at kjósa dagsins leikara, eisini við góðum vinningi. 

Og so vóru tað 7. faldu FM vinnararnir úr Mjølnir sum fingu sólina á seg eina løtu í góðveðrinum í dag. Teir gingu inn á vøllin í hálvleikinum og vóru fagnaðir av KÍ fjepparunum – tað eru ivaleyst somu fjepparar hjá Mjølnir. 

Oliver fangaði løtuna.