Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyskur kavari útbúgvin sum Kavaraleiðari

Jóhann Lützen

Í farnu viku stóð ein føroyskur vinnukavari prógv, sum kavaraleiðari á Nordsjællands Brandskole í Helsingør

 

Høgni Kjeld, úr Fuglafirði, tók prógv saman við seks øðrum luttakarum frá serdeildini hjá Sløkkiliðnum í Keypmannahavn. Danir eru farnir undir at útbúgva kavaraleiðarar, av tí at lógarverk teirra er vorðið tillaga soleiðis, at tað er sambærligt við altjóða regluverk, innan hesa vinnu.

Á myndini síggja vit næmingarnar saman við próvdómara frá Danska Søfartsstyrelsen og undirvísingartoyminum.

Høgni er næsti maður frá høgru, fremst á myndini.