Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skoraberg rent á land

Jóhann Lützen

Trolarin Skoraberg hevur rent upp á land á Nestanga nakað sunnanfyri Syðradal á Kalsoynni. Ziska og Brimil eru á staðnum

 

Sum myndin vísir liggur Skoraberg á síðuni. Bjargingarbáturin Ziska er á staðnum. Tað er Brimil eisini. 

Vit hava tosa við vakthavandi hjá løgregluni.

MRCC fær fráboðanina kl. 03.28. Tað eru 7 mans við. 5 mans eru fluttir av skipinum. Skipari og stýrimaður eru eftir umborð. Brimil og Ziska eru á staðnum, upplýsir vakthavandi fyri Norðlýsinum.