Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fá pláss eftir til Barnakonsertina í Varpinum í dag kl. 16!

Jóhann Lützen

Barnakonsertin 2025 er tann fyrsta konsertin hjá Føroya Symfoniorkestri í Varpinum. Og undirtøkan hevur verið góð her norðuri, tí konsertin er næstan útseld.

 

Á skránni er, umframt tónleikaævintýrið Veiða Vind, sum Annfinnur Heinesen sigur frá, eisini ein rúgva av góðum tónleiki og undirhaldi fyri børnini.

Harumframt verður eisini annað hugnaligt í Varpinum í dag. Undan sýning fer Barnahornorkestrið á Skúlatrøð at spæla fyri gestunum, frá kl.15.15 – til 15.45. Eisini fara Operetturnar hjá Opera.fo at selja vafflur, saft, kaffi og te.

Enn eru nøkur fá atgongumerki eftir til fyrstu konsertina hjá Føroya Symfoniorkestri í Varpinum. 

Tryggið tykkum pláss her 

Harleywoodpaint