Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grønland stuðlar føroyskum kravi um samráðingarrætt

Jóhann Lützen

Í dag hevur eisini grønlendska fakfelagið fyri miðlafólk víst fullan stuðul til Føroysk Miðlafólk, sum stríðist fyri samráðingarrættinum fyri limirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

 

 

Í yvirlýsing sigur Medieforbundet i Grønland, TP, millum annað at “Det er helt uacceptabelt, at journalister og mediefolk i Kringvarp Føroya nægtes forhandlingsretten – en grundlæggende faglig rettighed, som alle andre mediefolk i Rigsfællesskabet har haft i årevis.”

Felagið heitir tí á landsstýrið um at viðurkenna og virða rættin hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg við egnum sáttmála.