Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Seyðahundasambandið hevði aðalfund

Føroya Seyðahundasamband

Føroya Seyðahundasamband hevði aðalfund á Búnaðarstovuni í Kollafirði 9. apríl. Fyri vali stóðu Steinur Poulsen, Brandur Klettskarð í Kongsstovu og Tummas Jacobsen. Steinur og Brandur tóku ikki við afturvali

 

Góðu Steinur og Brandur. Vit vilja hervið takka tykkum hjartaliga fyri tykkara íkast og arbeiði í nevndini hjá Føroya Seyðahundasambandi. Tit hava við tykkara ágrýtni verið við til at menna og styrkja felagið, og tað er við stórari virðing og takksemi, at vit síggja aftur á tykkara tíð í nevndini. Steinur, sum peningarrøkil hevur tú havt ein týðandi leiklut í at tryggja fíggjarliga støðufestið hjá felagnum, og Brandur, sum skrivari hevur tú altíð verið til reiðar at stuðla og hjálpa til, har tørvur hevur verið á tí. Góði Tummas, vit vilja somuleiðis takka tær hjartaliga fyri títt stóra arbeiði sum formaður í nevndini hjá Føroya Seyðahundasambandi. Tummas Jacobsen heldur fram sum næstformaður. Vit vilja eisini ynskja nýggju nevndini alt tað besta.

Nevndin skipar seg soleiðis:

  • Jónstein Petersen, formaður;
  • Tummas Jacobsen, næstformaður;
  • Anna Sofía Fjallheim, skrivari;
  • Tóki B Mikkelsen, peningarøkil;
  • Sigtór Dam, nevndarlimur;
  • Eykalimir eru Ketty A.V Hentze og Hanus Højgaard.

Vit ynskja tykkum øllum alt tað besta framyvir og vóna, at tit framhaldandi fara at stuðla felagnum við tykkara vitan og royndum.