Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vit vóna at taka bæði steypini norður

Jóhann Lützen

Hetta er fyrstu ferð í nógv ár, at bæði liðini eru í steypafinalunum samstundis og tí vóna vit at nógvir fjepparar koma til Sands at stuðla okkum, søgdu liðskipararnir hjá Mjølnir kvinnunum og monnunum í felag

 

Vit eru øll sera spent til finalurnar í Bónus kappingini leygardagin, søgdu Ása Frederiksberg og Thorvald Danielsen

Rómurin í býnum er góður og okkara unga lið hevur spælt betri og betri, segði Ása

Vit mugu gera tað betri enn í hálvfinaluni, helt Thorvald. 

 

Ári Samson gjørdi samrøðuna, sum sæst niðanfyri. 

 

Finalurnar vera leygardagin 26. apríl í Høllini á Sandi.

15:00 Mjølnir – Fleyr. Finalan hjá kvinnum
18:00 Mjølnir – Fleyr. Finalan hjá monnum