Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dragin mátti venda við

Jóhann Lützen

Vit løgdu merki til ein leka, tá vóru vit komnir 30 fjórðingar úr Boroyarnesi. Tað var nakað av rulli, so vit vendu aftur á Klaksvík, sigur Kári millum Garðarnar

 

Planurin var at fara niður til Ebeltoft at kalfadra. Vit vóru niðri í fjør har vit kalfadraðu botnin upp til vatnlinjuna og nú er so ætlanin at kalfadra frá vatnlinjuni upp til dekkið, sigur Kári. 

Men vit løgdu merki til ein leka 30 fjórðingar úr Borðyarnesi, og tað var nakað av rulli. Lenspumpurnar hjá okkum kláraðu ikki at halda tørn, so vit vendu aftur á Klaksvík, sigur hann. 

At kalfadra er, at man stappar verk millum plankarnar og síðani verður smurt heitt bik útyvir verki. Hetta er eitt arbeiði sum skipstimbrarar duga best til og ti fara vit til Danmarkar, greiður Kári frá. 

Nú fara vit at tetta lekan og bíða so eftir líkindum at fara til Danmarkar. sigur Kári við Norðlýsið at enda.