Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Lítla Luks er ein dreymur vorðin veruleiki

Jóhann Lützen

Stórur dagur var ígjár, tá Lítla Luks fyri fyrstuferð læt dyrnar upp fyri almenninginum á Nólsoyar Páls gøtu 20 í Klaksvík. Nógv fólk vóru á gátt og fegnaðust um nýggja klædnahandilin til børn

 

Lítla Luks er ein barnahandil, ið selur klæðir til børn í aldrinum 0-12 ár. 

Monica fegnast um dagin og var glað fyri stóru móttøkuna.

Tað er ein æra at skapa meira lív í handilslívinum í Klaskvík. Nólsoyar Pálsgøta er ein deilig handilsgøta og vænti eg nógvar vitjanir í framtíðini. Ein dreymur og nú vorðin veruleiki og eri eg sera takksom fyri øll, sum á onkran hátt hava hjálpt til at fáa Lítla Luks uppá beinini, sigur Monica Ósá Henriksen við Norðlýsið