Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Farmaskipið Akranes selt til reiðaríið Fred Olsen Express

Jóhann Lützen

Farmaskipið Akranes, sum higartil hevur verið partur av flotanum hjá Smyril Line, er nú selt til reiðaríið Fred Olsen Express. Skipið verður latið nýggja eigaranum í Las Palmas á Gran Canaria í juni ella juli 2025.

 

Í tíðarskeiðinum frá tí, at Akranes fer úr flotanum og til ein nýbygningur er klárur at taka yvir, rekur annað skip leiðina.

Sølan er ein týðandi liður í endurnýggjanini av farmaskipaflotanum hjá Smyril Line, sum arbeiðir miðvíst við at dagføra flotan og framtíðartryggja virksemið.