Harley
Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nýggja hotellið kallast KG

Jóhann Lützen

Flaggað varð í hjartanum í miðbýnum í dag tá reisigildi, varð hildið fyri nýggja hotellinum, sum Christian í Grótinum samtakið letur byggja

 

Hátíðardámur var í Klaksvík í dag. Eini 170 fólk vóru við til reisigildið á nýggja hotellinum. Jan Petersen, stjóri í CIG samtakinum bjóðaði vælkomin og síðani helt Karl Johansen, borgarstjóri røðu.

Kjartan Hansen, stjóri á Kanjon greiddi síðani frá verkætlanini og Kristian Martin Rasmussen helt síðani røðu og avdúkaði navnið. 

Gepetto hevði grillað grísa- og lambskjølt og drekkivørur vóru frá Føroya Bjór. Vælsmakkandi rabarbutrifla frá Amarant omaná við heitum kaffi. 

Vit hava fleiri greinar og myndir út á dagin, har millum annað tilgondin at finna navnið KG verður lýst.