Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrismaður á fundi við Nes kommunu

nes.fo

Í dag var Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, á fundi við Nes kommunu. Umboð fyri Landsverk var eisini við á fundinum.

 

 

Landsverk hevur ábyrgdina av einum parti av vegakervinum í Nes kommunu. Nes kommuna hevur avbjóðingar, og í ávísum førum sera, sera stórar avbjóðingar við landsvegakervinum í kommununi.

Hesar avbjóðingar vórðu umrøddar og viðgjørdar. Landsverk og landstýrismaðurin søgdu, at kommunan skal frætta aftur heilt skjótt.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, takkaði at enda fyri fundin og boðaði frá, at kommunan ynskir at verða ein góður viðleikari til tess at finna skilagóðar loysnir.

Harleyfacadeacryl