Sólbjartur Midjord fyllir 70 ár í dag og hetta varð markerað á stangakajini í dag
Sólbjartur Midjord hevur búð í Klaksvík í mong ár og hevur sína dagligu gongd millum egningarskúrarnar á stongunum.
Sólbjartur fyllir runt í dag, hann blívur 70 ára gamal og inni í skúrinum hjá Nakki høvdu teir gjørt seg út og bjóðaðu pylsur og køkur í døgurðatímanum.
Allir egnararnir hava verið og fingið sær pylsir í dag. Tað er gott lag í øllum skúrum, segði William West, ið stóð fyri hugnanum.




