Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fleiri bátar venja málið í Klaksvík

Jóhann Lützen

Genturnar í 5. mannafarinum Rituni hjá Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag rigga til Norðoyastevnuróðurin

 

Fólk hava lagt merki til at nógvir kappróðrarbátar eru at síggja á Vágni, nú Norðoyastevnuróðurin verður leygardagin. 

Vit fingu orðið á bátsmanningina hjá 5. mannaførum gentum hjá Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag seint í gjárkvøldi. Tey hava lænt bátin Katlu frá grannafelagnum í Árnafirði, tí teirra bátur Ritan er ikki klár enn.

Nýggi báturin verður flotaður kl. 14 í dag og í hesum sambandi verður móttøka í neystinum hjá Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelagi.