Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vit ætla at blanda okkum í oddin

Jóhann Lützen

Teir umborð á 8. mannafarinum Árnfirðingi róðu málið í morgun og eru klárir til Norðoyastevnuna

 

Fyrireikingarnar eru í hæddini til ársins Norðoyastevnuróður leygardagin. Vit hava sæð nógvar bátar á vágni, teir venja seg við sjógvin og rógva málið. 

Árnfirðingur er eitt av teimum átta 8. mannaførunum, ið rógva í ár. Fleiri klaksvíkingar eru við og ein einstakur árnfirðingur. 

Vit hava fleiri nýggjar rógvarar við í ár, men vit hava gott mót. Vit fara at gera okkara best og vóna at blanda okkum í oddin, segði Nathaniel Matras við Norðlýsið.