Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið KÍ – NSÍ

Hanus Kjølbro

Nú regnar um alt landið. Brúgvalagið, sum gevur okkum alt hetta avfallið, kom umleið ein tíma seinni, enn vit spáddu í gjár. Men nú er tað her. Allar mátistøðirnar kring landið siga tað sama.

Hetta til dysturin byrjar – og er – skulu vit ikki rokna við nakrari broyting hesum viðvíkjandi.

Um vindin er at siga, at hann er eystan í ættini, vindferðin er 5 til 10 m/s. Heldur ikki hesum viðvíkjandi skulu vit rokna við nakrari broyting.

Hitalagið fer heldur ikki at broytast nógv næstu tímarnar – fer at liggja um 9-10 stig.

So, tá ið toppdystur er í kvøld á Djúpumýru millum KÍ og NSÍ, fer tað at vera eitt lot eystaneftir – t.e. úr hornaflagginum næst svimjihøllini niðan ímóti horninum við Atlantis. Vindferðin fer at liggja millum 5 og 10 m/s, og kann onkra løtu ávirka fótbóltspælið eitt sindur. Verið væl ílatin, tí tað regnar.

Góðan dyst – og KOYR Á KÍ.