Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vagnur og Brandur vitja Norðlýsið

Jóhann Lützen

Í Nøglini í dag kl. 15 vitjað Vagnur Michelsen og Brandur Kjølbro. Vit tosa við Saritu, sum rør við 5. mannaførum kvinnum í bátinum Kjósin

 

Svein Rógvi tosar við Vagnur Michelsen um 10. mannafør. Brandur Kjølbro frá Klaksvíkingi kemur á gátt.

Síðani verður eisini práta við Saritu frá 5. mannafarinum Kjósin. Prátað verður eisini við umboð fyri Risan og Ørv um hvør í vinnur í morgin. 

Svein Rógvi Ljósstein er vertur og sendingin byrjar kl. 15. 

Sendingin hoyrist á FM 98,7 í Klaksvík og við at trýsta á “LIVE” breddaknøttin her omanfyri á nordlysid.fo.

Sendingarnar verða síðani lagdar út á heimasíðuna aftaná, so fólk kunnu hoyra tær eftir tørvi. 

Sendingin er stuðlað av Klaksvíkar kommunu, JFK, TTS, KBI, Borg, Norðoya Litbúð og Mowi.