Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrrverandi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið

Jóhann Lützen

Jónberth Poulsen var blaðstjóri á Norðlýsinum árini 1969 til 1971. Hann hevur búð í Danmark í mong ár. Í dag vitjaði hann aftur á redaktiónini

 

Herfyri skrivaðu vit um, at Norðlýsið fylti 110 ár og í tí sambandinum skrivaðu vit hvørjir stjórar høvdu verið á Norðlýsinum øll árini. Vit vóru ikki nóg neyvir, tí vit gloymdu Jónberth Poulsen, sum var stjóri árini 1969 til 1971.

Jónberth flutti til Follerup í Jyllandi í 1971 og hevur búða har síðani. Í dag vitjaði hann á redaktiónini saman við beiggja sínum Jákup og vit fingu eitt hugnaligt prát. Teir hava trý onnur systkin Jonhard, Elmar og Elsu Mariu. Øll eru á lívi uttan Elsa Maria. Foreldur teirra vóru slektaði av Eiði og vóru Joannis (á Gørðum) Poulsen og Martha Maria Poulsen. 

Jónberh greiddi frá, at hann gekk á Niels Brock handilsskúlanum saman við eitt nú Oddmar Marsten og Jákup Ziskason úr Klaksvík minnist hann. Jónbert arbeiddi sum handilsskúlalærari í mong ár. 

 

Stjórar á Norðlýsinum síðani stovningardagin í 1915

  • Símun Petur Zachariassen 
  • Hákun Djurhuus 
  • J. Simun Hansen 
  • Óli Dahl
  • Jónberth Poulsen
  • Bergur Jacobsen
  • Eigil Hentze
  • Oliver Joensen
  • Jóhann Lützen 

 

 

Harleywoodpaint