Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan líkvogn

klaksvik.fo

Á middegi í dag kom nýggi líkbilurin til Klaksvíkar. Leiðarin í Kirkjugarðinum, Jakobina Joensen, sigur, at hetta arbeiðið hevur verið drúgt, og tí er kenslan ómetaliga góð, nú nýggi bilurin er komin

 

– Gamli líkbilurin hevur tænt arbeiðinum væl, men aftaná 20 ár var tíðin komin til at skifta bilin út.

– Ein slíkur bilur er heldur ikki lættur at fáa fatur á. Krøvini til bilin eru høg, teknologiin framkomin og fyritøkurnar, sum framleiða líkbilar, fækkast. Í øllum førum um okkara leiðir.

– Tað kann tykjast óneyðugt at gera eina íløgu í ein bil, sum man vónar bara koyrir hægst neyðugt, men tað hevur týðning, at júst hesin seinasti túrurin verður koyrdur í virðiligum umstøðum, sigur Jakobina.

Bæði starvsfólk í kirkjugarðinum og Jan Askham, leiðari í Smiðjuni, hava verið partur av hesi tilgongdini. Tey eru væl nøgd við bilin, og vóna sjálvsagt at bilurin fer at roynast væl.