Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Champions League í Klaksvík týskvøldið

Jákup Ósá

Týskvøldið verður Champions League fótbóltur í Klaksvík.

Føroyameistararnir Víkingur fáa vitjan av Lincoln Red Imps, ið eru meistarar í Gibraltar. Hetta væntast at blíva ein spennandi dystur við Víkingi sum lítlum favoritti at koma víðari. Í pengum standa eisini heili 4,1 millión uppá spæl, sum Víkingur fær fyri at koma víðari. Lykilin hjá Víkingi verður møguliga at fáa eitt gott úrslit á heimavølli. 

Hesin áhugaverdi dysturin, ið hevur stóran týdning fyri føroyskan fótbólt, byrjar kl. 19.00. Atgongumerki fáast einans til keyps á atgongumerki.fo. Har eru við at blíva fullsett í gamla skýlinum.