Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

100 fermetrar stórt KÍ flagg

Jógvan Skorheim

Bláa Bylgja ger klárt til evropeisku dystirnar, sum skulu leikast á heimavølli. Tveir stórir bannarar eru gjørdir til endamálið, sum eru avikavist 10x 10 metrar og 12,5x 5 fermetrar.

Høgni Louissson, formaður í Bláu Bylgju greiður frá, at teir hava framleitt 2 stórar bannarar, ið teir ætla at brúka til KÍ dystir á heimavølli. 

– Á seiansta aðalfundi samtyktu vit, at vit máttu gerast meiri sjónlig kring vøllin, og eitt av átøkunum var frameliða nýggjar bannarar, ið síggjast kring vøllin.

– Vit vóna, at nýggju bannararnar verða í Føroyum til heimadystin móti SJK Seinäjoki, men enn er ikki heilt greitt um vit klára tað. 

Bannarin við KÍ merkinum er 10.x10 metrar og hin bannarin hevur eitt KÍ merki á og tekstin Blátt er gott og Koyr á KÍ. Seinni bannarin er 12,5 x 5 metrar.