Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar eru í hálvfinaluni í badminton

Johnny í Grótinum

Føroyska landsliðið í badminton vann trygt á øllum mótstøðuliðunum í bólkaspælinum.

 

Tað gjørdist til 3 stórsigrar á 5-0 í dag ímóti Ynys Mön, Kaymanoggjunum og Guernsey.

Í síðsta dystinum ímóti Guernsey vunnu Magnus Dal Christiansen og Miriam í Grótinum mix, Ranja Joensen vann single hjá kvinnum, Rúni Øster vann single hjá monnum, Miriam og Bjarnhild í Buð Justinussen í kvinnudouble, umframt at Asbjørn Heide Olsen og Christian Berg Petersen vunnu mansdouble.

Í hálvfinaluni mánamorgunin kl 9 møta Føroyar garvaðu badmintonleikarunum av Menorka, sum vunnu sín seinasta dyst í bólkaspælinum 3-2 á Hetlandi.

Í hinari hálvfinaluni bresta Grønland og Isle of Man saman.

Finalan í liðkappingini verður leikt mánakvøldið klokkan 18.

Allir badmintondystirnir á Orknoyggjum verða stroymdir á YouTube kanal hjá Orkney 2025.