Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tvær klaksvíksdamur í hálvfinalu á Orkney í dag

Johnny í Grótinum

17 ára gamla Ranja Joensen og 20 ára gamla Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF skulu royna seg í hálvfinaluni í liðkappingini í badminton á Oyggjaleikum nú fyrrapartin klokkan 9

 

Tær stóðu seg báðar væl í bólkaspælinum, har Ranja spældi so væl í einmansleiki, at mótstøðukvinnan av Guernsey eina løtu gramdi seg um skaða fyri at fáa ein steðg. Men Ranja var ikki til at steðga og vann dystim trygt í tveimum settum. Bjarnhild spældi fleiri dystir í tvímansleiki saman við Miriam í Grótinum, har teir eisini vundu úr mótstøðuleokarunum. Hálvfinalan verður í dag, mánadag klokkan 9, meðan ein møgulig finala verður klokkan 18 í dag.

Fyri at vinna sær eitt finalupláss mugu Føroyar vinna á Menorka. Í hinari hálvfinaluni møtir Grønland liðnum av Isle of Man. Sostatt kann finalan gerast ein endurtøka frá síðst á Guernsey, har Føroyar jú vunnu gull í liðkappingini við at sigra Grønland.

Allir badmintondystirnir á Orknoyggjum verða stroymdir á YouTube kanal hjá Orkney 2025.
 
 
 
 
 
 
 
 
 

 
 
 
 

Harleywoodpaint