Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til Kelduskákið

Almannaverkið

Talan er um tvey størv 30 tímar um vikuna at byrja 01.09.2025 ella skjótast gjørligt. Møguleiki er at fáa fleiri ella færri tímar um vikuna, um ynski er um tað. Arbeiðsstaðurin er í Klaksvík, og arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni.

 

Um størvini

Talan er um tvey størv 30 tímar um vikuna at byrja 01.09.2025 ella skjótast gjørligt. Møguleiki er at fáa fleiri ella færri tímar um vikuna, um ynski er um tað. Arbeiðsstaðurin er í Klaksvík, og arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni.

 

Arbeiðsuppgávur

Í Kelduskákinum búgva átta ung fólk, sum hava autismu og/ella menningartarn. Tær fremstu uppgávurnar eru

– At veita tænastu til ung vaksin fólk í vardum bústaði.

– At skapa tryggar karmar í heimligum umhvørvi.

– At veita námsfrøðiliga umsorgan.

– At virka fyri, at búfólkini fáa møguleika at luttaka í ymiskum aktivitetum.

– At stuðla búfólkunum við persónligum reinføri í dagligdegnum.

 

Førleikar

Søkt verður eftir námsfrøðingum, heilsufakligum fólki ella hjálparfólki, sum hava royndir á økinum.

 

Væntanir

Tey, ið búgva her, eru øll ymisk, og vænta vit, at tú kennir týdningin av ró, reinføri og einum reglubundnum gerandisdegi. Somuleiðis at tú hevur eina kreativa tankagongd og dugir væl at taka hond um kenslurnar hjá búfólkunum. Vit vænta, at tú hevur kt-førleikar á brúkarastøði, tí skjalfesting er ein partur av arbeiðinum – hesum fært tú upplæring í. Eisini vænta vit, at tú skilir føroyskt, bæði tað skrivliga og talaða máli.

 

Vit kunnu bjóða

Vit bjóða eitt starv, har tú saman við ágrýtnum og lívligum starvsfólkum hevur ávirkan á, hvussu arbeiðið skal útinnast. Leiðarin er á staðnum.

Tú kemur til ein arbeiðsdag, sum verður skipaður, alt eftir hvat búfólkini hava brúk fyri. Tú fert millum annað at ganga túrar og at luttaka í ymiskum aktivitetum saman við búfólkunum.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni eindini Autisma í Trivnaðardeplinum. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytirnar eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

 

Umsókn

Tú søkir starv við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 30.07.2025 kl. 23.00.

 

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Astu í Toft, leiðara, á tlf. 297433.