Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sansa upplivingar í náttúruni

Barnabati

Leygardagin 26. juli skipar Barnabati fyri tiltakið úti í Grøv í Klaksvík. Hetta er eitt av tveimum summarátøkum 2025 “Sansa upplivingar í náttúruni”.

 

 


Myndir frá tiltakinum 12. juli í Viðarlundini í Havn eru at síggja á facebook síðu okkara, og tvær myndir eru viðfestar her saman við mynd av lýsing um tiltakið.

Nýggjar kanningar í Føroyum vísa, at børn virðismeta løtur í náttúruni.

Tey ynskja stuttligar og avbjóðandi upplivingar í grønum umhvørvi, har tey kunnu stilla sinnið og varnast veður og vind í einum fríum umhvørvi.

Eisini vísa kanningarnar, at børn leingjast eftir ró og nærveru saman við foreldrum og avvarðandi.

Við støði í hesum bjóðar Barnabati til eitt serligt tiltak í summarfrítíðini. 

Í samstarvi við Sóleyð Ísaksdóttir Hermansen bjóða vit eina løtu við sansa upplivingum í vakra náttúruumhvørvinum úti í Grøv í Klaksvík 26. Juli.


Vit hittast niðri í Grøv kl. 10 – 10:30.

Tak eina mottu ella teppi við – náttúran ger restina 
Tiltakið er ókeypis og Barnabati bjóðar okkurt leskiligt omaná.
Kom og ver við !