Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Russland handar mótmælisskriv vegna norskar avmarkingar á fiskiskap

Jóhann Lützen

Ragnhild Johansen, norskt diplomatiskt umboð, varð kallað inn til russiska uttanríkisráðið í dag og fekk handað eitt mótmælisskriv vegna avmarkingar, sum Noreg hevur sett á russisk fiskiskip, ið verða rikin av feløgunum JSC Norebo og Murman Seafood

 

Sambært fráboðan frá russiska uttanríkisráðanum eru hesar avmarkingar ímóti sáttmálanum frá 1976 millum Russland og Noreg um samstarv á fiskivinnuøkinum.

Russland sigur, at avgerð Noregs undirgrevur langtíðar samstarvið um felags fiskastovnar í Barentshavinum og kann hótta burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum í Norðuratlantshavi.

Russiski parturin boðar eisini frá, at neyðug átøk verða sett í verk, um Noreg ikki heldur sáttmálan frá 1976.

 

Kelda: https://www.rbc.ru/politics/29/07/2025/6888c0f39a79477d3a6a543a