Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Erla Kongsdóttir røkir Kalsoyarsiglingina til 17. august

Jóhann Lützen

Frá mánadegi 11. august og væntandi til og við sunnudagin 17. august, verður nýggj rampa monterað við bryggjuna á Syðradali.

 

Meðan arbeiðið fer fram, verður ikki møguligt at flyta akfør millum Klaksvík og Syðradal á Kalsoynni. Allar bíleggingar av akførum í hesum tíðarskeiði, íroknað eyka ferðandi í somu bílegging, vera strikaðar og peningurin afturgoldin innan nakrar dagar.

Ferðandi, ið ynskja at ferðast millum Klaksvík og Kalsoynna uttan akfar í nevnda tíðarskeiðið, kunnu bíleggja sær ferðaseðil á https://booking.ssl.fo/Booking/.

Í Kalsoynni ber til at ferðast við Bygdaleiðum og er busssamband til allar komur og fráferðir av Syðradali.

Ferðaseðlar fáast til keyps í bussinum og sæst ferðaætlanin her: 506 Trøllanes – Syðradalur

Vit hamast tað órógv, ið hetta kann hava við sær fyri okkara kundar.