Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fiskivinnuting um fiskivinnupolitikk og støðufesti i kvøld

Jóhann Lützen

Í kvøld kl. 19.30 verður bjóða inn til Fiskivinnuting í Varpinum í sambandi við Sjómannadagarnar

 

 

Føroyskur fiskivinnupolitikkur hevur verið ein kastibløka seinastu mongu árini, har skiftandi samgongur hava stríðst um at ávirka  førda politikkin. Hetta hevur elvt til, at eitt ótal av broytingum hava verið til viðgerðar í teimum lógum, sum hava verið galdandi síðan 2018.

Hetta hevur aftur elvt til, at vinnan upplivir stórar politiskar óvissur í sínum fortreytum fyri at reka vinnu, og fiskivinnupolitikkurin vantar langtíðar støðufesti.

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag, fer at við støði í gongdini síðan 2017 at viðgera nøkur týðandi evni innan føroyskan fiskivinnupolitikk. Eftir framløguna hevur Jóhann Lützen, blaðstjóri, samrøðu við Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, um millum annað  búskaparligu avleiðingarnar av skiftandi karmunum, veiðugjøld og útlendskan ognarskap í fiskivinnuni. Johnny var í 2016 formaður í nevndini, sum gjørdi frágreiðing um eina nýskipan av fiskivinnuni.

Fiskivinnutingið verður stroymt og sæst her