Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minnið um kappan livir

Óli Olsen

Hesi orðini standa á vøkrum steini í Nólsoy, reistur í 2006 til minnis um siglingarmannin og skaldið, Poul. P. Nolsøe, Nólsoyar Páll.

 

 

Egon Hansen átti hugskotið, Tórður í Hoyvík valdi steinin í haganum, og Mikala Gulklett stóð fyri tí verkliga.

Á steininum er eisini mynd av Royndini fríðu, skipi Páls, soleiðis sum hon verður hildin hava verið. Skonnartriggaða farið var smíðað á Fløtuni fríðu í Vági og fór av bakkastokki 6. august 1804. Hetta er fyrsta deksfar, ið vit við vissu vita verða smíðað í Føroyum.

Í árunum 1813-59 smíðaðu nólsoyingar nøkur slupp- og skonnartriggað før í Nólsoy. Møguliga smíðaðu teir deksfar í upp aftur eldri tíð eisini.

Jens Chr. Svabo, ið las lærdan lestur í Danmark, var rannsóknarferð í Føroyum, og burtur úr spurdist stórverkið: ”Indberetninger fra en reise i Færøe 1781 og 1782,” eitt tað besta um Føroyar yvirhøvur.

Í partinum um føroyska bátin tekur hann í síðsta reglubroti m.a. soleiðis til: ”b) at jeg ved Oplaget (Rybergs handil í Vágsbotni) saae en smuk stor dansk Baad eller Sluppe hældigen bygt af de Færøeske Baadebyggere paa Nolsøen.”

Hetta er møguliga elsta føroyska deksfarið (sluppriggað við einari mastur), vit vita um.

Harleywoodpaint