Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eldrafelagið úr Hveragerði vitjaði á Toftum

nes.fo

Hesa vikuna hevur eldrafelagið úr Hveragerði verið á vitjan í Føroyum, og hósdagin vóru tey á Toftum

 

Nes kommuna og Hveragerði eru vinarbýir. Avtalan um vinarbýarsamstarv kom í lag í 2004 og hevur sum endamál – sum tað stendur í upprunaskjalinum:

  • Upprætta, styrkja og varðveita vinarlig samstørv og sambond við hvønn annan
  • Fremja sínámillum fatan, virðing og vinarlag ímillum borgararnar í Hveragerði og Nes kommunu
  • Sínámillum skifti og vitjan av ungdóms- og vaksnamannafeløgum og bólkum annars
  • Samskifta og upplýsa um viðurskifti hvørt hjá øðrum á mentanarligum, samfelagsligum og annars øllum økjum, ið kunnu varðveita og menna vinarlag okkara millum

Hesa vikuna hevur eldrafelagið úr Hveragerði verið á vitjan í Føroyum, og hósdagin vóru tey á Toftum.

Seinnapartin vóru tey í Undirhúsinum, í Navia og í Fríðrikskirkjuni.

Hóskvøldið skipaði Eldrafelagið á Toftum fyri hugnaligari samkomu á Svangaskarði, har Súni í Hjøllum, borgarastjóri, hugleiddi um vinarbýarsamstarvið og um gongdina í Nes kommunu.

Formaðurin í eldrafelagnum úr Hvergerði helt røðu og handaði minnisgávu til Eldrafelagið á Toftum og til Nes kommunu.

Janus Jensen, sum leiddi kvøldið, greiddi frá um eldrafelagið á Toftum og um sluppina Annu, sum fórst undir Íslandi í 1924.

Helgi og Karl Johannesen greiddu frá um byggifyritøkuna KBH og teirra arbeiði.

Sum altíð til hesar samkomur hjá Eldrafelagnum á Toftum, so var góður felagssangur við hugnaligum tónum frá JJ-band.