Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Byggingin av frystitrolaranum, sum Mest byggir fyri Varðan, gongur eftir ætlan

Jóhann Lützen

Skipið verður góðar 44 metrar langt og slakar 12 metrar breitt. Skrokkurin verður bygdur á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í  Póllandi. Nú eru allar stáleindirnar komnar saman og formurin á skrokkinum sæst

 

Skokkurin verður eftir ætlan sleipaður til Føroya í desember mánaði. Á Skála verður skipið útgjørt. Væntandi verður skipið liðugt bygt á sumri 2026.

Skipið verður uppkallað eftir Jákup Jacobsen, sála, og kemur at eita Dunga Jákup.