Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og framløgur

Vinnulívsráðið í Klaksvík

Kom við til ein spennandi morgun saman við vinnuni í Norðoyggjum

 

Føroya Banki og Vinnulívsráðið bjóða til netverksfund mikumorgunin 22. oktober, har vit hittast til morgunmat, netverkan og framløgur um búskaparligu gongdina í Føroyum.

Á skránni eru framløgur frá Føroya Banka, Búskaparráðnum, Landsbankanum og Skyn, ið fara at viðgera fíggjarstøðuna hjá borgarum, kommunum og landi – og eisini geva eina støðulýsing av bústaðarmarknaðinum, serliga í Norðoyggjum.

 

Nær og hvar?

Mikumorgunin 22. oktobur 2025

Tíð: kl. 08:30 – 10:30 

Stað: Rótin, Klaksvík

(nýggi húsarhaldsskúlin)

 

Skrá

08:30: Morgunmatur og netverkan

09:00: Fíggjarstøðan hjá privat- og vinnukundum sæð úr einum bankasjónarhorni
Turið F. Arge, forstjóri, Føroya Banki

09:15: Búskaparliga støðan í Føroyum og hjá kommununum
Johnny í Grótinum, formaður, Búskaparráðið

09:40: Skuldin hjá landi og kommunum umframt haldførisavbjóðingarnar
Malan Johansen, stjóri, Landsbankin

10:05: Støðan á bústaðarmarknaðinum við serligum atliti at Norðoyggjum
Petur Mohr Niclasen, stjóri, Skyn

10:30: Tiltakið er liðugt