Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vinn atgongumerki til KÍ veitsluna

Jóhann Lützen

Øll tey sum senda inn sms til FM Radio hjá KÍ hesa vikuna, eru við í lutakastinum um atgongumerki til KÍ veitsluna leygardagin 8. november

 

 

Um KÍ veitsluna 

Tað verður eitt brak av einari veitslu 
Símun Joensen stýrir ársins KÍ kvøldið, ið verður pakkað við ymiskum wellum. M.a. skemti frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, buldrandi sangi frá Niclas Hera úr Dynamit, Jón úr Grandmas basement, røðum, felagssangi og góðum mati frá Gepetto.
Kvinnurnar og Mennirnir hava tryggjað sær føroyameistaraheitið, og vikuna áðrenn veitsluna skulu mennirnir spæla Løgmansfinalu móti Víkingi á Tórsvølli 
Eitt flott kappingarár skal heiðrast við manér!
Niclas Heri fer sjávandi at spæla allar teir kendastu sangirnar hjá Dynamit, so sum “sonur pápi tín býr ei í Tórshavn, hann býr í Klaksvík…”, “Grøv nummar 13” ella “Frensurin hjá Óla”.
Vit fáa eisini vitjan av Gilla og øðrum frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag 
Gepetto bjóðar oksakjøt við øllum tilhoyri og rabarbutriflu sum desert 
Tað er at gleða seg, tí mangt annað verður eisini á skránni.
Keyp atgongumerki her 
https://ki.atgongumerki.fo/?eventId=3483048