Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Bókin “Todi” løgd fram í Klaksvík

Jóhann Lützen

Bókin “Todi” hjá Sólvit Nolsø verður løgd fram á Skúlatrøð í kvøld kl. 19.30

Bókin er eitt úrslit av samstarvi og samrøðum millum høvundan, Sólvit Nolsø og Toda, har Todi rør afturá eina yrkisleið í fótbólti, sum byrjaði í 1989 í KÍ og endaði aftur í KÍ í 2009.

Umframt KÍ spældi Todi í hesum 20-ára tíðarskeiðinum eisini í B36, Lyngby, FC København, Start og nakrar dystir í Fremad Amager.

Á framløgunum leggur høvundurin út við at siga frá bókini. Eftirfylgjandi er eitt prát við Toda og Sólvit, har Leivur Frederiksen setir spurningar.

Hans Andrias framførir á tiltakinum.