Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnafamiljurnar sleppa undan ansingargjaldi í desember og januar

klaksvik.fo

Klaksvíkar býráð hevur tikið stig til at geva foreldrum at børnum, ið ganga á dagstovni ella í frítíðarskúla, frítt gjald í tveir mánaðir.

 

Inntøkurnar hjá kommununi eru hægri, enn mett varð, og býráðið er samt um, at henda meirinntøka skal koma barnafamiljunum tilgóðar við einum munagóðum lætta til hesar.

– Vón okkara er, at ein slíkur fíggjarligur lætti kann økja um trivnaðin og geva barnafamiljuni eitt frírúm, nú jólahøgtíðin eisini nærkast, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í stuttari viðmerking.