Harley
Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Cedric Yambere fingið sekkin í Bordeaux

Jákup Ósá

Fyrrverandi KÍ-verjuleikarin er ikki longur partur av franska stórfelagnum Bordeaux.

Bordeaux stríðist við at koma upp gjøgnum deildirnar eftir, at felagið fór á heystin og mátti byrja av nýggjum. Cedric Yambere skifti í fjør frá KÍ til Bordeaux og spældi við í uppflytingini fyrsta árið saman við m.a. Andy Carroll, fyrrverandi Newcastle, Liverpool og West Ham álopsleikari.

Nú hevur verið rok av Yambere, sum í einum dysti hjá eykaliðnum kom í ógvusligan samanbrest við liðfelaga, sum byrjaði á vøllinum og helt fram í umklæðingarrúminum. Fyrst fekk hann bann frá felagnum og nú er sáttmálin uppsagdur, skriva franskir miðlar.