Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Seks nevndalimir skulu veljast

Jóhann Lützen

Fyri fyrstu ferð síðan 1911 skulu fiskimenn velja nevndarlimir beinleiðis á landsfundinum.

 

Seks nevndarlimir skulu veljast hesa ferð

Á landsfundinum 2024 varð einmælt samtykt at ganga frá økisvaldum nevndarlimum, sum stóðu fyri vali triðja hvørt ár, til at velja allar nevndarlimir beinleiðis á landsfundinum.

Broytingin hevur tað við sær, at ongi valkort verða send út, sum tað higartil hevur verið vanligt. Á fyrsta valinum eftir nýggju skipanini skulu heili seks nevndarlimir veljast.

Hesa ferð verður fundurin hjá Fiskimannafelagnum hildin í Løkshøll í Runavík

Hetta at flyta fundin er ein roynd at koma nærri limunum, tí í mið- og norðurøkinum, Runavík, Gøtu, Fuglafirði, Leirvík og Norðoyggjum er stórt tal av skipum og fiskimonnum.

– So er at vóna at fleiri møta upp til fundin.

Komandi trý árini eru ein skiftistíð, tá ið tað kemur til nevndarval. Í skiftistíðini – til og við valið á landsfundinum í 2028 – standa altíð tveir av teimum, sum verða valdir í ár, fyri vali.

Nú er komið á mál við beinleiðis nevndarvali á landsfundinum.

At flyta landsfundin er eisini ein nýggj roynd at fáa fólk at møta upp.  

Landsfundurin verður tann 27. des. kl. 12.00 í Løkshøll.