Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Í hugnaliga jólaprýdda býnum tendraði vakra jólatræið leygardagin

Visit North; Myndir Bárður Lydersen

Nógv spent børn og vaksin vóru komin at hjálpa jólamanninum, Trøllapætur og ommudidd at tendra træið,og tað eydnaðist

 

Hugnaligir jólatónar frá Klaksvíkar Hornorkestri fløvaðu løtuna saman við góðum røðum frá Øssuri Kjølbro sóknarpresti og Anniku Steintórsdóttir Biskupstø, býráðslimi

Síðan var farið í Varpið til eina hugnaløtu, har Karl Martin framførdi nøkur jólaløg og børnini fingu pakka frá jólamanninum

Aftaná jólatræið var tendrað, læt jól í gamla Klakksvíkshandlinum upp. Tað er í Fornminnissavninum at hugnaligi jólahandilin heldur til hvørt vikuskifti í desembur.

Ein frálíkur dagur, og ein ljósskrýddur miðbýur stendur nú og gleðir seg til jóla.