Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jólakafé á Skúlatrøð

skulatrod.fo

Við jólasangi og ljóðinum av brennandi viði í eldstaðnum vóru elstu næmingarnir á Skúlatrøð á miðdegi í gjár bodnir á jólakafé

 

Tað vóru næmingarnir í næmingaráðnum í hádeild, sum bjóðaðu til jólakafé í miðhøllini, ið var prýdd við livandi ljósi. Hetta er so at siga vorðin jólasiður á Skúlatrøð, og næmingunum dámar tað serliga væl. 

Borðreitt varð við holukøkum, skúmjólamonnum og mandarinum. Afturvið fingu næmingarnir hvør sítt blikk av Jolly, og vóru tað næmingarnir í næmingaráðnum, sum stóðu fyri veitingini.

Vit takka næmingum í næmingaráðnum og lærara teirra fyri mikið hugnaligu løtuna.