Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðsøki aftur av roktúri

Oliver Joensen

72 ára gamli skiparin og eigarin av Norðsøka var í góðum lag, tá vit í dag fyri løtu síðani tosaðu við hann í telefonini. Eyðólvur segði okkum, at hann og manning hansara hava verið á Føroya Banka síðani fríggjadagin og vóru nú á veg inn á Toftir við umleið 38.000 pundum. Harav umleið 25.000 pund av hýsu og um 11.000 pund av toski, ímeðan restin var skøta og longa. Norðsøki verður á Toftum um lítlan tíma. Norðsøki hevði 127 stampar við á Føroya Banka.

Vit tosaðu eisini við Janus Sørensen á Brandi, sum liggur og dregur suðuri í Svínoyarhavinum. Janus sigur, at teir í gjár avreiddu 14.000 pund harav umleið 10.00 pund vóru toskur. Í dag hava vit einar 15 stampar eftir at draga, sum sær út fer tað helst at blíva eini 7-8.000 pund í dag.

Annars ljóðar frá nógvum fiski bæði frá smábátum og útróðrarbátum.

Harleyfacadeacryl