Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Faxe Kondi: Stjørnan – EB í kvøld kl. 18

Jóhann Lützen

Seinasti dysturin í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini verður leiktur í kvøld klokkan 18, tá Stjørnan tekur ímóti EB

 

 

Hóast hvørki av liðunum hevur møguleika at vinna sær pláss í hálvfinalurnar, er talan um ein dyst, har liðini fara at leggja nógv fyri at vinna.

Vit kunnu vænta, at venjaratoymi fer at nýta høvið til at royna nýggjar samansetingar og geva ungum leikarum møguleika at vísa seg fram.

Serliga er vón um, at fleiri av okkara U16 leikarum fara at fáa týðandi leiktíð og royndir á hægri stigi, nakað sum er av stórum týdningi fyri menningina framyvir.

Dysturin gevur sostatt eina góða mynd av breiddini í hópinum og kann samstundis verða ein spennandi avslutningur upp á bólkaspælið. Komið niðan í høllina at stuðla klokkan 18:00 í kvøld.

Koyr á Stjørnan.