Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni

Jóhann Lützen

Týsdagin 20. januar kl. 15 skipar eldrafelagi Hugni fyri tiltaki um heilsugóðan mat

 

Leiðarin á lívstílssentrinum Fredheim, nær við Kongsberg, Fredrik Kozma, lækni, og føroyski matserfrøðingurin, Henrietta Jørgensen, koma at greiða frá um týdningin av heilsugóðum mati, rørslu og heilsuviðgerðum annars, sum tey bjóða fram á Fredheim. Hetta passar væl til rákið um heilsustøðu okkara, sum er so nógv frammi fyri tíðina.

Henrietta arbeiðar við Fredheim Livsstilssenter og er ein partur av starvsfólkunum har. Fredheim er eitt heilsu- og livsstilssenter í Noregi, har tey hjálpa fólki við at menna sunnar vanar, betra um kost og trivna, og fáa betri heilsu gjøgnum kostráðgeving, verkstovur, læru, fysisk aktivitet og sosialt felagsskap.

Fredheim hevur umleið 40–45 ára royndir í hesum arbeiði og leggur dent á heiltætlaða støðu til lívstíl og heilsu fram fyri bert at viðgera sjúkueyðkenni við medisinskum viðgerð. 

Henrietta er ein av teirra kostráðgevum. Hon tekur lut í at geva læru og vegleiðing um kost, livsstil og heilsutema, m.a. í form av fyrilestri, kostráðgeving og heilsubyrging.

Øll eru vælkomin