Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Torraskráin mánadagin

Dávur Winther

Nógv ymiskt á skrá alla Torravikuna – Kunna teg nærri niðanfyri

Mánadagur 16.02.26.
 

kl. 11.00 – 20.00  Café Fríða

Hvønn dag í Torravikuni

Serligur Torra-borðseðil – sí Frida.fo

Eisini er annað mangt á borðseðlinum

kl. 11.30 – 15.00 Angus opið

Sí matskrá og bílegg borð

Serligur Torra-borðseðil

Angus.fo – 457777

kl. 13.00 – 17.30 Blákrossbúðin í Klaksvík            

                           Klaksvíksvegur 65

                           Klæðir kunnu keypast og latast inn allar dagar 

                            Vælkomin inn á gólvið

Kl. 14.00 – 16.00 Varpið – Foyerin

                           Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk – í kjallaranum í Varpinum

                           Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag

kl. 16.00 – 18.00 Gallarí Á Stongunum

                           Listaframsýning við Heidi Petersen og Jákup Lervig

                          Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 16. februar, – 1. mars er listaframsýning í Gallarí Á Stongunum

kl. 17.00 – 21.30 Angus opið

                           Sí matskrá og bílegg borð

                           Serlig Torramatskrá – alla vikuna:

                           Forrættur – rækjubland

                           Høvuðsrættur – grillaður laksur frá Bakkafrost

                            Alt hetta fyri einans kr. 199,- / vanliga kr. 259,-

                            Angus.fo – 457777

kl. 18.30 – 21.00 Blákrossbúðin í Klaksvík            

                           Klaksvíksvegur 65

                           Vælkomin inn á gólvið

kl. 19.00              Frágreiðing um NÝ – NÝ

                           Rutt Mikkelsen, leiðari fyri NÝ-NÝ greiðir frá, hvussu tú kanst gera nýggj pløgg úr gomlum

kl. 19.30              Skálin

                           Føstulávintsmánakvøld skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri hugnakvøldi í Skálanum.

                           Felagssangur og stuttar frásagnir. Noel Joensen og Jónleif Johannesen spæla undir til sangin.

kl. 21.00              Fara uppá gólv – kvøðið verður í ein tíma – løtt kvæði og lættar vísur.

kl. 22.00              Tiltakið endar. Kaffi og køka fæst, meðan tiltakið er.

                            Kvøldið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin