Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Magnus Rasmussen stillar ikki uppaftur

Jóhann Lützen

Avgerðin er tikin fyri tíð síðani, eg eri mettaður av politikki og tíðin er búgvin at gevast í politikki, sigur Magnus Rasmussen við Norðlýsið

 

Magnus Rasmussen er ein av stemmuslúkunum hjá Sambandsflokkinum. Hann var næstvaldur á løgtingsvalinum 8. desemberí 2022 við 712 persónligum atkvøðum. 

Eg havi boða frá á røttum stað at eg ikki stilli upp aftur, sigur Magnus Rasmussen við Norðlýsið. 

Avgerðin er tikin fyri tíð síðani, eg eri mettaður av politikki og tíðin er búgvin at gevast í politikki. Eg havi verið 8 ár í kommunupolitikki og 11 ár í landspolitikki, sigur Magnus Rasmussen við Norðlýsið.