Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bankatoskur á Torradøgum!

Dávur Winther

Leygardagin 21. februar frá kl. 12 til 14 hevur tú møguleika at smakka bankatosk.

Anna Maria og Rógvi borðreiða við bankatoski, Rógvi fer eisini at greiða frá um bankatoskin.

Omaná er heimagjørd pannacotta.

Prísur 250 kr pr. persón.

Av tí at avmarkað pláss er, er neyðugt við tilmelding antin við at ringja ella senda sms á tlf. 224434 ella senda boð á messenger.

Um Bankatoskin:

Undir Føroyum eru tveir serstovnar av toski, toskurin á Landgrunninum og toskurin á Føroyabanka. Harumframt er toskur av íslendskum uppruna vanligur á Íslandsrygginum.

Eingin stovnsmeting er av toski á Føroyabanka. Toskur verður upp í 180-200 cm, vanliga 50-120 cm. Elsti aldursgreinaði toskur undir Føroyum var 30 ár. Tó vanliga um 6-8 ár. Men aldurin ávirkast at sjálvandi av veiðutrýstinum.

Banktoskurin vekstu munandi skjotari enn annar toskur – hetta vegna ílegur, hita og føði.

Bankatoskur, sum er ein sjálvstøður stovnum, er ljósari enn annar toskur, tí botnurin á Føroya Bankaer skejlalagdur. Eingin ferðing er millum Føroya Banka og Landgrunnin.

Eitt annað, sum ger toskin á Føroya Banka serstakan, er, at hann hevur ein geisla færri enn annar toskur toy broytist hesin vøkstur við hitanum í sjónum  heitari sjóvurin er, færri ryggjageiðslar. Sagt verður, at í miðal hevur færri ryggjargeislar ~ 51,8 – 52,2 í mun til á  Landgrunninum.

Toskur á Føroyabanka er ógviliga støðufastur, við tað at hann nærum ikki ferðast av Bankanum. Merkingarroyndir av bæði bankatoski og toski á Landgrunninum vísa, at nærum ongin ferðing er teirra millum.

Bankatoskurin veksur munandi skjótari enn toskurin á Landgrunninum og toskur á flestu støðum í Norðuratlantshavi; longu sum 3 ára gamal er hann í miðal um 69 cm til longdar, 5 ára gamal 83 cm og 8 ára gamal 97 cm til longdar.

Høvuðsføðin hjá bankatoski er nebbasild, krabbdjór og høgguslokkur. Um várið eru tað serliga fiskur og høgguslokkur, sum verða etin, meðan krabbadjórini gerast størri partur av føðini um summarið. Fyri nøkrum árum síðan var føðin í stóran mun krabbadýr, meðan nebbasild er vorðin meira vanlig seinastu fáu árini.

Banktoskurin er genetisk øðrvísi, sjógvurin er heitur á Bankanum og toskurin hevur nógv at eta.

Føroyabanki er eitt vakstrarparadís hjá fiski.