Hetta vikuskiftið verða steypafinalurnar í hondbólti avgreiddar
Gentur 10 hjá Stjørnuni høvdu leikt seg í finaluna fyri G 10 B. Mótstøðuliðið var ÍA av Argjum.
Dysturin varð leiktur í Høllini á Hálsi í morgun kl. 9.00. Stjørnan var betra liðið og vann ein greiðan 15-9 sigur.
Venjarar: Sámal Jákup Djurhuus og Durita K. Ljósstein

Eftir dystin bleiv dagsins leikari kosin, og gjørdist tað Emma Sjóstein hjá Stjørnuni. Emma var toppskjútti hjá Stjørnuni við 7 málum. Tillukku Emma.
Norðlýsið ynskir stjørnugentunum tillukku við steypinum.



