Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ruth Vang: Eg føli meg snýtta

Jóhann Lützen

Norðlýsið fekk orðið á Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn, beint eftir at løgmaður hevði útskrivað nýval, og spurdi hana, hvørjum kenslum hon sat eftir við.

– ”Kenslurnar eru sterkar júst í løtuni, tí hetta kom so óvæntað, so eg skal nokk hava eina løtu at summa meg. Akkurát nú kenni eg meg snýtta. Eg havi sum heild øgiliga stórt álit á fólki, og eg geri mær eisini ómak fyri, at fólk kunnu hava álit á mær. Eg haldi bara, at man má – júst hetta her við at vit hava tikið hvønn annan í eið – vita, hvar vit hava hvønn annan, og at vit ikki her uppi í tinginum fara at lumpa hvønn annan ella gera ting, sum koma óvart á hvønn annan”, sigur Ruth Vang, nú fráfarandi fíggjarmálaráðfrúgv.

Um hesa sera nógv umrøddu samgonguavtaluna sigur hon:

– ”Vit hava havt eina greiða avtalu um, at um nakað víkir frá tí ætlanini [avtaluni, blðm.], so skulu vit siga hvørjum øðrum frá. Tá ið tað kemur ann upp á taktikk og hvat mál skal koma fyrst, so er grundarlagið fyri samstarvi farið”, sigur hon, og kemur so inn á forholdið hjá Framsókn til samgonguavtaluna:

– ”Eg segði við míni fólk í morgun, at tað eigur at vera líka mikið, hvør raðfylgjan er, tí vit hava eina avtalu. Eg havi sagt øgiliga ofta í dag, at eg trúði uppá, at bæði málini fóru ígjøgnum, hóast alt kann henda”. Men hvussu man Framsókn so fara at standa seg, nú Suðuroyartunnilin er samtyktur og pensiónsaldurshækkingin ikki?

– ”Tað dugi eg slett ikki at siga akkurát nú, men eg eri spent uppá eitt valstríð, og tað verður lættari at vísa á týdningin av haldføri nú. Fólk skulu síggja álvaran í, at tað ikki ber til at fara undir Suðuroyartunnilin uttan at gera nakað við haldførið í búskapinum”, sigur Ruth Vang at enda.